Søgan

Søgan um bygdina, grannalagið og bóndasetrið.

SØGAN UM GRANNALAGIÐ

Funningsfjørður er niðursetubygd frá 1812.
Í 1843 sigur fólkateljingin, at ongi fólk eru í bygdini. Eitt sindur undarligt, men til hetta kunnu sjálvsagt vera ymsar grundir. Í 1840 sigur fólkateljingin, at 2 familjur eru í Funningsfirði, og síðan tá er altíð fólk í bygdin sum síðan vaks spakuliga. Í 1890 er handil í bygdini.

Í 1902 varð ein hvalastøð løgd í Funningsfirði. Hin 19. Juli 1911 fór skonnartin "Telefon" á land í Leirvík og gjørdist vrak, hon var lastað við koli til hvalastøðina í Funningsfirði. Longu í 1913 varð hvala støðin niðurløgd.

Í Funningsfirði róðu teir úr á Norðhavinum, og eisini var altíð nógv sildadrift í Funningsfirði.
Í 1901 eru 18 fólk í Funningsfirði, og í dag eru 60 fólk í bygdini.
1. jan. 2005 bleiv Funningsfjørður, sum partur av Elduvíkar kommunu, samanløgd við Runavíkar kommunu.
Funningsfjørður er einasta bygd í Runavíkar kommunu sum er hvalvág.

FUNNINGSFJØRÐUR

Sunnastu húsini oman fyri vegin eru húsini hjá Mariusi, og norðan fyri tey eru húsini hjá Jóanesi.

Sunnast niðan fyri vegin er long svørt lon – sunnara helvtin er hjá Mathiasi og norðara helvtin er hjá Jógvani. Og húsini norðanfyri, eru tey hjá Tummasi.

Niðan fyri húsini hjá Jógvani eru húsini hjá Jóhan. Og norðan fyri húsini hjá Tummasi eru húsini hjá Hans Paula. Norðast eru húsini hjá Jensi.

Myndin er tikin aftan á fyrra verðaldarbardaga.

BÓNDASETRIÐ - HÚSINI "HJÁ JENSI" Í FUNNINGSFIRÐI

Tann maðurin, sum fyrst búði í hesum húsunum kom úr Elduvík. Hann var ættaður av Eiði og æt Niels Nielsen. Mamma hansara var av Eiði, og pápin var norðmaður.
Niels vaks upp á Eiði hjá mammuni og foreldrum hennara.
Tá Niels var vaksin, fór hann til Elduvíkar at vera húskallur hjá eini einkju. Henda einkjan átti jørð burtur av Nýggjustovugarðinum, so har var nokk at takast við. Rakul, dóttirin í húsunum, var javngomul við Niels, og seinni giftust tey bæði.

Niels festi jørðina hjá einkjuni og flutti við familju síni inn í Funningsfjørð at búgva. Peningur var lítil og ongin at byggja hús fyri, men verðmóðirin hevði arvað eina roykstovu úr Gimbrunum (Ljósáum), og henda roykstova bleiv so sett upp í Funningsfirði.
Hetta var í árinum 1832, og Hans Pauli, f.1889, úr Funningsfirði, mintist, at eitt træbretti var neglt ímóti sperruni uppi í tróðrinum við árstalinum 1832 á.

Nakað seinni bygdi Niels eina stovu upp í sunnara enda á húsunum. Uppaftur seinni blivu bæði glasstovan og prestastovan bygdar upp í norðara enda á húsunum. Tað áhugaverda við hesi bygging, er viðurin, sum bleiv keyptur á auktión í Saksum og sleipaður við áttamannafari til Funningsfjarðar. Síðan bleiv hann væl turkaður og goymdur – kanska í fleiri ár.

TVÆR GAMLAR KISTUR

Í húsunum eru tvær gamlar kistur. Onnur av hesum, hon stendur í glasstovuni, sigst at vera av "Saksunarskipinum", og tað sjáldsama við hesi kistu er, at lokið er úr heilum viði.
Hina kistuna, hon stendur í prestakamaranum, hevur Rakul, dóttir Christian-bónda, átt. Í hesi kistu liggur ein so ógvuliga long flætta, sum Rakul sjálv átti. Hans Pauli fortaldi, at Rakul vildi hava mammu hansara at klippa flættuna, tí hon orkaði ikki at røkja hárið, men mamma Hans Paula vildi ikki so væl klippa flættuna, tí hon helt tað fór at verða óeydna burtur úr hesum; tó at endanum eftirlíkaði hon Rakuli og klipti flættuna – sum enn liggur í skríninum.

GLASSTOVA OG PRESTASTOVA

Glasstova var “fína-stova” í gomlum føroyskum húsum, og kemur navnið av, at í glasstovuni vóru glasgluggar (vindeygu) og eisini loft. Glasstovur vóru sjáldsamar fyrst í 18.øld. So við og við blivu tær meiri vanligar, ja heilt fram til byrjanina av 20. øld.

Prestastova ella prestakamar var rúm, sum prestur gisti í, tá ið hann var burtur í bygd í kirkjuørindum. Fyrr í tíðini var ikki sum í dag, at prestur hevur kanska 2 kirkjur at røkja. Tá var tað soleiðis, at m.a. so hevði Eysturoyggin bert ein prest, og hann búði á Nesi. Viðmerkjast skal, at fyrsti Nes-prestur varð vígdur Ólavsøkudag í 1541, og hann æt Heini Havreki.

Gjøgnum allar tíðir hevur Nesprestur havt hetta sera stóra arbeiðsøki, so tað hevur ikki altíð verið líka lætt. Hann skuldi vitja allar kirkjubygdir í oynni eini fýra ella fimm ferðir um árið, alt eftir veðrinum. Og hesar ferðir vóru antin gongu- ella bátsferðir, so tær vóru langar og strævnar. Prestur hevði tí vistarhald í bygdunum á leiðini, líka so væl sum í bygdini, har hann hevði kirkjuørindi. Vit kunnu hugsa okkum, at hann, á sínum kirkjuferðum til bygdirnar norðanfyri, mangan hevur gist í hesum gomlu húsunum. Eisini var altíð rúm og gestablídni til teir mans, ið fylgdu presti og hjálptu honum á ferðini.

Síðan hesi húsini vórðu bygd, hava mangir prestar og próstar vitja; og kunnu vit m.a. nevna: Hammershaimb, Evensen og Fríðrik Petersen. Ikki fyrr enn í 1928 bleiv Fuglafjarðar prestagjald stovnað og næsti prestur kom í oynna.

ÆTTARLIÐ

Niels var ein sera dugnaligur maður. Hann átti alt, sum var vanligt hjá einum bónda at eiga tá í tíðini; hann átti góð hús, kvørn, sornhús og myllu. Í eini lægd oman fyri húsini stóð fjósið. Eisini átti hann bæði áttamannafar og fýramannafar.

Niels og Rakul fingu sjey børn. Tveir synir doyðu heilt ungir av tuberklum. Sonurin, Christian, f. 1829, festi garðin. Kona hansara æt Marin Sofía og var úr Lamba. Tey áttu fimm børn, tríggjar gentur og tveir dreingir, sum báðir doyðu sum smádreingir. Ein drongur úr Oyndarfirði bleiv fostraður upp hjá teimum. Hesin drongur kallaðist Jens Simonsen, og hann fekk so garðin eftir Christian. (Húsanavnið “Hjá Jensi” stavar helst frá fostursoninum).

Jens var ógiftur; og Jóhanna, dóttir Christian, helt hús hjá honum. Jens fostraði ein drong úr Elduvík upp, drongurin kallaðist Jóhannes Berg, og hann var 10 ára gamal, tá hann kom í Funningsfjørð at búgva. Jóhannes fekk garðin eftir Jens. Seinni bygdi Jóhannes sær onnur hús.

Nú og tá

Í 1962 vórðu gomlu bóndahúsini “Hjá Jensi” keypt og sett í stand av Føroya Banka. Tey vórðu í mong ár nýtt til frítíðarhús hjá starvsfólkum bankans. Húsini vóru tá uml. 150 ára gomul. Endamálið við keypinum var eisini at varðveita húsini sum eitt sjónligt minni um eina farna tíð. Í dag eigur Rodmundur Nielsen húsini.

Kongsbøndur, ið hava búð í gomlu bóndahúsunum:

  1. Niels Nielsen av Eiði, giftur konu úr Elduvík
  2. Kristian Nielsen, giftur konu úr Lamba
  3. Jens Simonsen úr Oyndarfirði, fostraður upp hjá Kristian Nielsen
  4. Jóanes Berg úr Elduvík, kom 10ára gamal at vera hjá Jens Simonsen og festi Garðin í 1948. Jóanes bygdi seinni egin hús. Michel Pattinsson festi eftir Jóanes Berg, og í dag er sonur hansara, Jónleif Pattinsson, kongsbóndi.

Myndir

Tíðin

Filmsverkætlan hjá næmingum úr Miðnám á Kambsdali,
har stórur partur av upptøkunum vóru gjørdar í Bóndasetrinum.

Samband

Telefon
Rodmundur Nielsen
+298 217628
Teldupostur